Starvsfólk í familjufyrisitingini fara ikki niður í løn, nú føroyingar hava yvirtikið økið frá donskum myndugleikum. Men hinvegin fara tey heldur ikki at fáa lønarhækking hesi næstu árini. Tað staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Føroysku lønarsáttmálarnir eru ikki so góðir, sum teir donsku og nú hevur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu hann ætlar sær at tryggja, at tey fara niður í løn, nú málsøkið er yvirtikið.
Jørgen Niclasen, sigur, at nú familjufyrisitingin varð yvirtikin, verður sama mannagongd brúkt, sum altíð verður brúkt, tá ið málsøki verða yvirtikin. Og mannagongdin er, at starvsfólkini skulu lønast eftir føroyskum sáttmála.
Men er lønin, tey høvdu eftir tí danska sáttmálanum, hægri enn lønin er eftir føroyska sáttmálanum, varðveita tey tað donsku lønina. Hesi næstu árini fara tey hinvegin heldur ikki at fáa lønarhækking tá ið lønin hækkar í tí føroyska sáttmálanum. Og hetta er støðan til lønin eftir tí føroyska sáttmálanum hevur fingið lønina, tey fáa eftir tí danska sáttmálanum, aftur.
Tá ið lønirnar so eru tær somu, fáa tey aftur somu lønarhækking, sum øll onnur, so at lønirnar fylgjast. Sostatt verður lønin hjá teimum ikki lækkað – men hinvegin skulu tey heldur ikki vænta sær lønarhækking hesi næstu árini til lønin tey fáa, og lønin eftir tí føroyska sáttmálanum, er tann sama, sigur landsstýrismaðurin.
Jørgen Niclasen sigur, at sama mannagongd varð brúkt tá ið fólkakirkjan varð yvirtikin, og tá ið tinglýsingin og veðurstovan, vórðu yvirtikin.