Lønin fer til flokkin

Fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum letur stóran part av fólkatingslønini til flokspolitiskt arbeiði

Fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldisflokkin er helst lægst lønti fólkatingsmaðurin í kongaríkinum. Tí upp undir seinasta fólkatingsval, sum var 21. november í 2001, gjørdu valevnini hjá Tjóðveldisflokkinum eina avtalu um, at eingin teirra skuldi fáa fulla fólkatingsløn, sum er væl hægri enn tingmannalønin.
Meðan fólkatingslønin hjá føroyskum fólkatingsmonnum er slakar 50.000 kr um mánaðin, so liggur tingmannalønin úr umleið 30.000, alt eftir, hvar í landinum tú býrt. Býr tingmaður í Suðuroy ella í Norðoyggjum, fær hann 7.500 skattafríar krónur omaná.
? Tað er rætt, at vit, sum vóru valevni Tjóðveldisfloksins, gjørdu av, at tann av okkum, sum varð valdur, skuldi ikki fáa meira útgoldið av fólkatingslønini, enn tað sum ein tingmaður fær. Restin fer í ein grunn, sum hevur til endamáls at upplýsa um politikk Tjóðveldisfloksins, sigur Høgni Hoydal.
? Hetta er ein innanfloksgrunnur, sum tó einki hevur við roknskapin hjá flokkinum at gera, men ein grunnur, har til ber at søkja um pengar til ymiskt flokspolitiskt arbeiði, sigur Høgni Hoydal.
Fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum fær tí bara tann partin av fólkatingslønini, sum svarar til løgtingslønina eftir skatt.