Síðan 1993 hevur verið skipað fyri jólahaldið fyri fólki, ið eru einsamøll á jólum í KFUK-húsinum í Havn. Upprunaliga var tað Jona Henriksen og Jóhannes Álvheygg, ið byrjaðu verkið, áðrenn Sonja Klein og Holger Arnbjerg tóku yvir tvey ár seinni og høvdu tað fram til 2008.
Í 2009 tóku Louisa Niclasen Hansen og maður hennara Eisenberg Hansen við ábyrgdini, og hava tey síðan staðið á odda fyri tiltakinum.
Men hóast Louisa Niclasen Hansen og maðurin sostatt hava brúkt flestu jólini síðstu átta árini til sjálvboðið arbeiði, so metir hvørgin teirra, at tey missa nakað serligt. Tvørturímóti, so er lønin so mikið stór, at tað er alt vert.
- Lønin er at síggja menniskjur glað og takksom fyri hetta. Tey koma eisini aftur ár eftir ár. Tað er ikki eitt offur, at vit brúka jólaaftan saman við øðrum, tí vit kunna bara halda jólaaftan 1. jóladag. Vit fáa heldur ongar pengar burturúr ur hesum. Tað er gleðin hjá teimum, ið savnast her, ið er okkara løn, siga tey bæði.
Til ber at lesa eina longri samrøðu við tey bæði í mánadags-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.










