Tá fíggjarlógin fyri 2004 í seinastu viku var til viðgerðar í tinginum, gav fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin Karsten Hansen til kennar, at samgongan skjótt kemur í trupulleikar við tí roknistykki, sum gjørt er í sambandi við stóra lønarvøkstin á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Í fíggjarlógini 2004 stendur, at "full kompensatión ikki verður latin fyri stóru lønarhækkingarnar, sum eru umleið 4,5% árliga á almenna arbeiðsmarknaðinum. Meginreglan er, at 2% verða latin í lønarkompensatión". Hini 2,5% mugu stovnsleiðarar so sjálvir útvega við sparingum.
Samgongan útvegar skeiv tøl
Við tað at fíggjarlógin í ár er seinkað orsakað av nývalinum í januar, verður full lønarkompensatión á 4,5% latin fyrstu 5-6 mánaðirnar í 2004, áðrenn uppskot samgongunnar um at lækka lønarkompensatiónina niður í 2% kemur í tingið.
Hetta hevur fingið fyrrverandi fíggjarmálaráðharran Karsten Hansen at seta knyklar í brýr, tí sambært honum hevur samgongan ein trupulleika, sum í fyrstu syftu elvir til eykajáttanir og harvið størri hall enn tær 277 milliónirnar, sum higartil eru í undirskoti. Uppá longri sikt kunnu avleiðingarnar vera sjónligar uppsagnir á almenna arbeiðsmarknaðinum.
- Tá samgongan einki sparir fyrru hálvu í hesum árinum og má rinda allan vøkstin á 4,5%, noyðist hon at spara tvífalt so nógv seinnu hálvu, um roknistykki skal hanga saman, og um stórar eykajáttanir ikki mugu takast í nýtslu, sigur ein avgjørdur Karsten Hansen. Fyrrverandi kassameistarin í Fíggjarmálaráðnum vísir við hesum á, at nýtslan og útreiðslurnar uttan iva verða størri, enn samgongan í løtuni letst og upplýsir um.
- Tá samgongan seinnu hálvu av hesum árinum lækkar lønarkompensatiónina niður í 2%, skulu onnur 2,5% sparast í bert seks mánaðir, og tá uppsagnarfreistirnar á almenna arbeiðsmarknaðinum eru 3-6 mánaðir, er talan einfalt um ov stutt skotbrá til nakrar sparingar í 2004, vísir Karsten Hansen á. Tískil kemur fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin úr Tjóðveldisflokkinum til ta niðurstøðu, at hallið á fíggjarlógini við eykajáttanum má gerast væl størri enn tær 277 milliónirnar, sum nú eru í 2004, og hetta vil ABC-samgongan sambært honum ikki viðurkenna.
- Talan er sostatt um eitt undirskot á 2,5% fyrsta hálva árið hjá samgonguni, við tað at teir gjalda 4,5% í staðin fyri 2% av almennu lønunum, og hesar upphæddir eru ógjørligar at spara innaftur seinastu seks mánaðirnar, slær tjóðveldismaðurin úr Norðoyggjum fast.