Lønarskerjing er rangvørgur kreppupolitikkur

Hermann Oskarsson

 

Landsstýrið roynir at leggja trýst á tey alment løntu, so at lønarhækkingin upp á 3 prosent í heyst verður strikað. Tessvegna skuldi landið sloppið undan at goldið einar 60 miljónir eyka í løn næsta ár.

Men ”skeri eg teg her, so missi eg teg har”, tí útreiðslan hjá øðrum partinum er inntøkan hjá hinum partinum.

60 miljónir í minni útreiðslu hjá landinum, er eisini 60 miljónir minni inntøka hjá føroyskum húsarhaldum, sum so hava tað minni at keypa fyri. Missurin fer at merkjast í handlunum, hjá byggifyritøkum, flutningsfyritøkum, tænastuveitarum og øðrum, sum nú fara at selja minni og framleiða minni.

So umframt tað mistreystið, sum sær sjálvum tykist ráða, so hevur politiski meirilutin sett sær fyri at axla byrðina av sær og at tveita hana á privata vinnulívið.

Øll tann sparingin, sum tað almenna nú fer at fremja, rakar tænastu- og vøruveitararnar. Øll tann lønarsparingin, sum tað almenna nú fer at fremja, rakar privata vinnulívið, tí alt keypsumfarið fer at verða minni, enn tað annars hevði verið.

Umframt vanliga mistreystið og umframt konkreta køvandi árinið av rangvørga kreppupolitikkinum, so fara tiltøkini haraftrat at sáða meira mistreysti manna millum.

 

Spara eftir reyv

Og hvussu nógv er so effektiva almenna sparingin av lønarlækking upp á 60 miljónir?

Í fyrsta umfari er sparingin onkustaðni millum 20 og 25 miljónir, tí tað almenna hevði havt hálað einar 35 ella 40 miljónir av teimum 60 inn aftur í skatti og avgjøldum.

Í eftirfylgjandi umførum er sparingin upp aftur minni, tí at mistreystið av hesum og øðrum sparitiltøkum elvir minni keyp og meira sparing.

Passar metingin av eftirspurnarmultiplikatorinum, so fer almenna lønarskerjingin uppá 60 miljónir at føra til eina minking av búskapinum upp á heilar 80 miljónir, tí fá almenn tiltøk eru so multiplikatoreffektiv sum lønartiltøk.

Hví setur politiski meirilutin sær fyri at traðka BTÚ niður við einum hálvum prosenti, tá BTÚ av kreppuávum longu er í syrgiligari minking?

Hendan rangvørga gongdin kann enntá enda við, at almenna sparingin av tiltakinum heilt hvørvur, um sama lønarminking smittar privatu vinnuna.

Í privatu vinnuni er longu lønarafturhald og beinleiðis lønarminking, eftir at lønirnar í góðu árunum eru farnar væl upp um sáttmálan. Í privatu vinnunum eru longu húsagangur og uppsagnir gerðandiskostur.

Ta minking í skattainntøkum, sum tit gráta um hvønn einasta mánaða - hana fáa tit aftur í gráum kálvskinni, um tit seta gongd á eina lønarsparing í hesum krepputíðum.

 

Keynes er fyri børn:

Tá eftirspurnin fer í sorl av óvissuni undir stórkreppu, skal tað almenna stimbra búskapin. Ikki tá tað lotar úr hanakjafti, men tá rættulig kreppa brimar undir tær.

Tað almenna skal sjálvandi brúka pengarnar við skili, men tað avgerandi keynska bragdið er at brúka meira enn blinda framskrivingin segði - at keypa fleiri vørur og tænastur, gera meira av íløgum, gjalda fleiri lønir – so at hallið vexur!

Er maðurin svakur?

Nei, tað er hann ikki. Hetta er púrasta í takt við mekanikkin í búskapinum. Fyri hvørja nýggja tænastu, sum tað almenna keypir aftrat frá privatu tænastuvinnuni, bjargar tað arbeiðsplássum og fyritøkum, sum hava nakað at bjóða. Fyri hvørja lønarkrónu, sum tað almenna letur gjalda aftrat til almenn starvsfólk, renna fleiri krónur í privata umfarið.

Sjálvandi skulu allir pengar brúkast skilagott, men tað forðar ikki tí almenna, at brúka meira enn blinda framskrivingin segði, tí tað eru hópin av skilagóðum íløgum at gera í KT skipanir, skúlaverk og samferðslu.

Tað avgerandi er, at tað almenna brúkar meira og hevur størri hall.

Sjálvandi er Keynes ikki so barnsligur, at tað ikki skal havast fyrilit fyri almennu skuldini. Men her er støðan tann, at av teimum biddarum, sum skulu reika heimin runt at lána pengar komandi árini, eru vit eina frægast fyri at gjalda aftur.

Vit hava frammanundan eina minst skuld og so hetta aftrat – vit eru kend sum heimsmeistarar í afturgjalding av skuld!