– Vit halda okkum síggja ein glotta. Men hvussu veruleikakendur hann er, tað vita vit ikki enn. Tað sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður í lønartrætuni ímillum Pedagogfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, hinumegin.
Síðani í morgun hava partarnir verið til samráðingar um ein nýggjan lønarsáttmála, sum kann fáa eina enda á arbeiðssteðginum hjá pedagogunum.
Síðani allir partar vrakaðu eitt semingsuppskot nakað fyri jól, hevur arbeiðssteðgur verið, við nøkrum fáum undantøkum, har lív og heilsa stendur í váða á fólki á stovnum undir Almannaverkinum.
Og Terje Sigurðsson sigur, at tá ið tey framvegis sita til samráðingar, er tí, at tey hava ikki mist vónina um eina semju.
Hann sigur, at hann hevur hildið seg sæð ein glotta, sum kann føra til eina semju, men enn veit hann ikki, hvussu veruleikakend, kenslan, hann hevur havt, í roynd og veru, er.
Tí er tað eisini ómøguligt at siga, hvussu drúgvar samráðingarnar vera. Men hann sigur, at tey sita so leingi at vón er um eina semju.