Lønarhækking uppá 9,25

Klokkan trý í nátt skrivaðu Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag unir sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag um nýggjan tvey ára sáttmála

Eftir tí nýggja sáttmálanum fáa arbeiðarafeløgini eina lønarhækking uppá tilsamans 9,25%.

Eftir sáttmálanum fáa arbeiðarafeløgini 3,55 kr. afturat tímalønini 1. mai í ár og aftur 3,55 kr. afturat 1. mai 2000.

Tilsamans svarar hetta til ein samlaðan lønarvøkstur uppá 7,10 kr. hesi bæði árini.

Hetta svarar til ein lønarvøkstur uppá 9,25%.

Tímalønin hevur verið 76,62 kr.

Men 1. mai í ár hækkar hon sostatt upp í 80,17 kr. og 1. mai næsta ár hækkar hon aftur upp í 83,72 um tíman.

Hetta var annað uppskotið, sum semingsmenninir, Niels Sørensen og John Rajani, løgdu fram.

Áðrenn høvdu teir lagt eitt uppskot fram, sum gav arbeiðarafeløgunum 3 krónur afturat um 1. mai í ár og 3,40 afturat 1. mai komandi ár.

Hetta uppskotið góðtóku arbeiðsgevararnir, men arbeiðarafeløgini vrakaðu tað.

Og eitt skifti gingu samráðingarnar gingu so illa, at partarnir vóru farnir at pakka saman, tá ið glið kom á aftur.

Nú eru samráðingarnar ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag øðrumegin og Føroya Arbeiðsgevarafelag hinumegin, og tær byrja væntandi í annaðkvøld.

Smingsmenninir hava longt teirra sáttála til á midnátt mánakvøldið.

Hóast tey trý feløgini hava gjørt sáttmála er tað ikki sagt, at samráðingarnar við Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnu fara at ganga líka lætt.

Tí, sum nevnt aðrastaðni í Internet Sosialinum, sigur Ingeborg Vinther, at talan er um heilt hvør sínar samráðingar og at summi feløg skulu ikki bløða fyri tað, sum onnur feløg gera.

Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag hava eisini gjørt grein sjey í sáttmálanum, sum regulerar yvirlønina, til eitt aðalmál í samráðingunum.

Hinvegin vilja arbeiðsgevararnir ikki hoyra talan um at taka tað við í samráðingarnar hesuferð.

So enn væ´ntar Ingeborg Vinther sera harðar samráðingar. Ikki minst heldur hon, at verður sáttmálin, sum er gjørdur, drigin upp í teirra samráðingar, verður talan um truplar tingingar.