Óli M. Lassen
Samlaðu lønarútgjaldingarnar eru í 2004 um 6 milliardir kr. Og er hetta tekin um framgongd og hækkandi pengamongd í samfelagnum. Spurningurin er so, um vit, við lækkandi inntøkum frá blokkstuðlinum og við lækkandi inntøkum frá útflutningsvinnunum framhaldandi kunnu rokna við nøktandi livistøði tey komandi árini. Løgtingslimurin og fíggjarnevndar-formaðurin Anfinn Kallsberg ger aðrastaðni í blaðnum viðmerkingar til samfelagsgongdina.
Lønarútgjaldingar inna tað almenna og hjá kommunum er í 2004 slakar tvær milliardir kr. Hetta svarar til 34% av samlaðu lønarútgjaldingunum í Føroyum.
Fiski- og alivinnan v.m. hava stóra afturgongd í lønarútgjaldingum og er teirra prosentpartur í 2004 einans góð 21%. . Í 1985 hevði fiski- og alivinnan sløk 30% av lønargjaldingunum og var tað serliga innan fiskivinnuna.
Seinastu árini eru stórar broytingar farnar fram í samfelagnum har gongdin innan lønarútgjaldingar er broytt munandi
Vinnugreinarnar innan smiðjur, ídnað, bygging og handil o.a. hava undir einum eisini afturgongd í prosentvísum lønarútgjaldingum. Í 1985 høvdu hesar vinnugreinar tilsamans 33,50% av samlaðu lønarútgjaldingunum, móti einans 31,29% í 2004 so her er eisini talan um eina prosentvísa afturgongd.
Innan fígging, trygging og tænastur v.m. er talan um eina lítla framgongd í prosentvísa framgongd í lønargjaldingum.
Sum heild kann tó staðfestast at privatar framleiðslu- og tænastuvinnur hava afturgongd ella standa í stað, um man hyggur eftir %parti av samlaðu lønargjaldingunum í Føroyum.
Tað er bert inna almennar lønarútgjaldingar vit veruliga kunnu staðfesta framhaldandi vøkstur. Tó at lønargjaldingarnar inna fleiri privatar tænastuvinnur eisini hava ávísan prosentvísan vøkstur tey seinastu árini, eitt nú ráevnisvinna.
Kunnu krepputekin staðfestast gjøgnum lønargjaldingar ?
Spurningurin er so um lønargjaldingar í samfelagnum og innan ymiskar vinnugreinar kunnu geva okkum ábendingar um krepputekin ella broyttar liviumstøður. Um hugt verður eftir lønargjaldingum í privatu tænastuvinnunum og innan okkara útflutningsvinnur so kunnu vit møguliga síggja samanhang millum lønargjaldingar í hesum vinnugreinum og gera okkum eina meting av framtíðarútlitunum hjá lønmóttakarunum og samfelagnum sum heild.
Tænastuvinna fylgir ikki útflutningsvinnuni
Sum talvan vísur so er samfelagsgongdin soleiðis at lønar-gjaldingar inna smiðjur, ídna, handil, bygging v.m. nú ikki fylgja gongdini hjá útflutningsvinnuni. Hetta mynstri gjørdi seg eisini galdandi gjøgnum 80´ini og førdi hetta til munandi niðurgongd í privatu tænastuvinnunum fyrst í 90´unum. Sjálvt um samfelagsbúskapurin má metast meira tryggur í dag enn tá, so eru ábendingar um, at vit aftur hava ein mun í lønargjaldingum millum privatu tænastuvinnurnar og útflutningsvinnurnar í er fleiri 100 tals milliónir kr. og er hugsandi at vit aftur fáa eina afturgongd í tænastuvinnunum.
Kunnu vit liva av at klippa hvørjum øðrum
Í okkara grannalondum verður tosa um "oplevelsesøkonomien" men spurningurin er um okkara búskapur er komin á eitt støði har hetta letur seg gera. Ella ein kann spyrja um vit kunnu liva av at klippa hvørjum øðrum.
Tað er umráðandi at vit hava vinnur í kunnu skapa okkum inntøkur í fremmandum gjaldoyra og harvið hava nøktandi samhandil vil umheimin.
Við 100 tals milliónum í afturgongd í lønar-útgjaldingum hjá framleiðsluvinnuni og har hesar vinnur í 2004 útgjalda heilar 759 milliónir krónur minni í lønum, enn innan almennar tænastur, so sigur tað seg sjálvt, at hetta saman við minkandi inntøkum frá blokkinum, ikki er nøktandi fyri búskapin.
Við einari munandi niðurgongd í útflutningsvinnuni, er mest sannlíkt at vit aftur fáa fallandi lønarútgjaldingar í privatu tænastuvinnunum. Afturgongd í útflutningsvinnuni, føra til afturgongd í privatu tænastuvinnunum. Niðurskurður í blokkinum og ein viknaður privatur sektorur vil føra til munandi afturgongd innan almennar tænastur.
Hetta merkir, at føroyska samfelagið stendur yvirfyri veldigum avbjóðingum, og um útlitini innan okkara framleiðsvuvinnur ikki betrast innan nærmastu framtíð, er eingin ivi um, at vit framhaldandi vilja fáa vaksandi hall á fíggjarlógini og øktari lántøku, til at reka hetta samfelagið, havandi í huga at yvirskotsgjaldføri ikki er tilstaðar í Landsbankanum.