Í juli vóru útgoldnar 568 mió. kr. í lønum, hetta er 49 mió.kr. minni enn í juli í fjør. Minkingin er 8%.
Afturgongd í øllum høvuðsvinnugreinum
Higartil í ár er 4,6% minni útgoldið í lønum í mun til sama tíðarskeið í fjør. Afturgongdin er størst í framleiðsluvinnunum, bæði á landi og sjógvi. Afturgongdin er um 15%.
Innan almenna fyrisiting og aðrar tænastur er meira útgoldið higartil í ár. Men í juli var minni útgoldið enn í juli 2008. Hetta er fyrstu ferð í 3 ár, at hendan vinnugrein hevur afturgongd í einum mánaða, samanborði við sama mánaða árið fyri, skrivar Hagstovan.