Seinastu fimm árini eru lønargjaldingarnar støðugt øktar. Hetta stendur at lesa í seinastu Hagtíðindum frá Hagstovu Føroya.
Í fjør vórðu 4,87 milliardir goldnar í lønum, og hetta er munandi meira enn árini frammanundan. Í 1995 vóru lønargjaldingarnar 3,22 milliardir krónur, og síðani eru lønirnar øktar ár um ár.
Higartil í ár eru lønargjaldingarnar 3,5 milliardir. Hetta eru góðar 400 milliónir meira enn sama tíðarskeið í fjør. Tí er líkt til, at lønargjaldingarnar við ársenda verða størri enn fyri árið í fjør.
Fiskiskapurin fremst
Størsti parturin av lønargjaldingunum er innan fiskiskap. Har hava arbeiðsgevararnir latið 834 milliónir í lønum í fjør.
Næst á listanum er almenn fyrisiting. Á hesum økinum eru goldnar 727 milliónir krónur í lønum. Á heilsu- og almannaverkinum hevur landið latið 558 milliónir krónur í lønum.
Higartil í ár er talan um vøkstur í lønargjaldingunum innan allar vinnugreinar í mun til í fjør.
Hagstovan hevur býtt vinnugreinarnar í tríggjar høvuðsbólkar: Framleiðsluvinnur, bygging o.a. tænastur og seinastu høvuðsbólkurin er almennar tænastur.
Býtið í lønargjaldingum millum hesar høvuðsbólkar er javnt. Góð 1,6 milliard er goldið í lønum innan hvønn høvuðsbólk.