Fyrstu 5 mánaðirnir eru samlaðu lønargjaldingarnar vaksnar 243 mió. krónur í mun til sama tíðarskeið í fjør. Hetta er ein framgond uppá 9,5%. Samlaðu lønargjaldingarnar hetta skeiðið eru 2,8 mia. ímóti 2,6 mia. í fjør. Bert fiskavirking hevur eina lítla afturgongd uppá 3,5%, svarandi til 5 mió. Hinvegin eru serliga ali- og kryvjivirki í stórum vøkstri. Heili 43%, ella 13 mió., eru goldnar meira í lønum í hesi vinnu.