Lønarútgjaldingarnar 2,9% størri enn í fjør

3. ársfjórðing í ár vóru lønargjaldingar 1,8% størri enn 3. ársfjórðing í 2007. Hetta ger at samlaði lønarvøksturin í ár er 2,9% sum svarar til góðar 147 mió. kr. Í ár 2000 vóru 27% av lønunum útgoldnar í fiskivinnuni, nú átta ár seinni er luturin hjá fiskivinnuni minkaður 10 %-stig og er 17% av útgoldnu lønunum. Í sama tíðarskeiðið er privata tænastuvinnan vaksin 5 %-stig og er triðja hvør lønarkróna nú frá privatu tænastuvinnuni.

Lønargjaldarnar býtt á høvuðsvinnur, vísir at fiskivinna og onnur ráevnisvinna hevur eina afturgongd higartil í ár upp á 14,2%. Hinvegin hava aðrar vinnur eina framgongd uppá millum 6,3 og 8,3%, skrivar Hagstovan.