Lønar seg ikki við ferðmyndatólum

Í grannalondum okkara nýtir ferðslupolitiið teir sonevndu starakassarnar at máta ferðina hjá bilunum við, men í Føroyum fæst alt ov lítið burtur úr í mun til kostnaðin at seta hesar kassarnar upp

Onkur hevur havt spurningin um teir sonevndu starakassarnar uppi og vent. Og tað hevur ferðslupolitiið eisini.
- Vit høvdu tað frammi fyri fleiri árum síðani, men niðurstøðan tá var eins og nú, at tað var ov dýrt, sigur Jan Fossaberg, leiðari fyri ferðslupolitiið.
Hann hevur sjálvur verið í Danmark og Noregi fyri at kanna, hvussu hesir starakassar virka.
- Talan er um stationerar kassar við myndatóli og ferðmátara í, sum eru bundnir beinleiðis at einum sentrali umvegis telefonnetið. Hetta merkir, at í somu løtu ferðin er máld og myndin er tikin, er hon at finna í skipanini, sigur Jan Fossaberg.
Hetta merkir so eisini tað, at tá ein bilførari er fangaður í at koyra ov skjótt, hjálpir einki at fremja herverk móti ferðmátaranum.
- Tað ber eisini til at hava ferðmátarar, sum ikki standa í samband við ein sentral, men tá kann bilførarin bara bróta tólið, og so eru prógvini burtur, sigur Jan Fossaberg.
Ein annar vansi við hesum starakassunum er eisini, at tað er eingin trygd fyri at síggja, hvør koyrir bilin.
- Fyri at kunna føra eina sak, mást tú kunna prógva hvør koyrir bilin. Tað vita fólk, og tí kunnu tey lata seg í ein kepp ella bara halda hondina fyri andlitið, tá tey koyra framvið einum starakassa. Tá er ikki nóg mikið við nummarplátuni, sigur Jan Fossaberg.

Samband við borgaran
Leiðarin fyri ferðslupolitinum í Føroyum sigur, at tá tú koyrir í grannalondunum, eitt nú í Noregi, so varnast tú skjótt, hvussu norðmenn koyra.
- Tú verður yvirhálaður við rúkandi ferð, men so knappliga fara allir at koyra so hampiligt. So sær tú, at tú koyrir framvið einum ferðmátara, og tá hann er farin aftur um, verður yvirhálað aftur, sigur Jan Fossaberg.
Ein annar møguleiki, sum verður brúktur, eru bilar, sum verða settir fram við vegnum, men tað er heldur ikki ein loysn í Føroyum.
- Hetta krevur, at tú fyri tað fyrsta hevur eina rabatt, sum er nóg breið at seta bilin á, og so krevur tað eisini, at vegurin er beinur og ikki bogar. Og tað er næstan eingi slík vegastrekki í Føroyum, sigur Jan Fossaberg.
Hann heldur tí, at tað besta er tað, sum nú verður brúkt.
- Vit kunnu máta ferðina við lasarum, og tá fær tú steðga bilunum beinanvegin. Tú fær eisini staðfest í somu atløgu, um bilførarin koyrir við kenning. Eg havi eisini verið úti fyri, at avdúka rúsevni í slíkari støðu, so eg haldi, at tað eru nógvir fyrimunir við at gera, sum vit gera. Og ikki minst so halda vit sambandið við borgaran, sigur Jan Fossaberg.
Sum nú er kann ferðslupolitiið stilla seg hvar sum helst at máta ferð.
- Fólk finna skjótt út av, hvar starakassarnir standa, og so koyra tey bara hareftir framvið teimum. Við at hava samband við borgaran kann tú eisini gera tína ávirkan galdandi, so koyrt verður eftir ferðslulógini, sigur Jan Fossaberg.