Vestmanna Kommuna og Fiskivinnuskúlin í bygdini hava gjørt avtalu um at læna hølir hjá hvør øðrum.
Avtalan er gjørd í sambandi við, at Fiskivinnuskúlin fer at hava lærugreinina Ítróttur og heilsa á tímatalvuni frá og við skúlaárinum 2013-2014. Lærugreinin kemur á tímatalvuna í sambandi við at allar miðnámsútbúgvingarnar í Føroyum verða umskipaðar í breytir.
Fiskivinnuskúlin fer at læna hølir í Vestmanna Skúla til undirvísing í ítrótti og heilsu, og afturfyri kann kommunan læna hølir á Fiskivinnuskúlanum.
Vestmanna Kommuna skrivar á heimasíðuni, at partarnir fegnast um avtaluna og vænta, at hon verður til faram fyri víðari samstarvi teirra millum.