Líktist ikki oddaliði

Hóast oddafiskarnir úr EB/Streymi vóru á odda 2-0 móti undirmannaðu sandoyingunum, so megnaðu teir ikki at snara stigaposan til

Fótbóltur

 

Tá teir spældu í steypakappingini herfyri, gjørdist Tummas Pauli Olsen stóra hetjan hjá B71. Hesa ferð fór Tummas Pauli av vøllinum, tá 20 minuttir restaðu at spæla, men avloysarin hjá honum gjørdi tað ikki minni gott.

Blaðungi Høgni Midjord átti nevnliga seinasta fótin á, tá Gudmund Nielsen hevði framt framúr forarbeiði, og so stóð brádliga á jøvnum í einum dysti, sum langt síðani skuldi verið avgjørdur.

 

Vendu ógjørligari støðu

Tí støðan var púrasta vónleys. Hóast javnleikin í miðvikuni, so vóru tað gestirnir, sum vórðu roknaðir sum favorittar undan dystinum á Sandi sunnudagin, og tað gekk heldur ikki so leingi, áðrenn teir høvdu staðfest hetta.

Altíð vandamikli Arnbjørn Hansen stútaði frísparksinnlegg í kassan, og so munaði tað lítið, at B71 hesa fyrstu løtuna hevði havt bóltin meira.

Tað høvdu vertirnir sum so eisini tað nógva av tí, sum var eftir av hálvleikinum, men mál fingu teir tó ikki burturúr. Og 20 minuttir inn í seinna hálvleik var alt avgjørt. Fyrst kundi Sorin Anghel økja til 2-0 eftir mistak í B71-verjuni, og tá Símin Hansen síðani fekk reytt kort fyri hevnisøku, kundu fleiri av gulu fjepparunum spakuliga hugsa um at fara til hús.

Men spælararnir hjá B71 vildu ikki gevast. Hóast undirmannaðir, so vóru tað framvegis teir, sum høvdu bóltin mest, og eitt gott korter fyri leiklok fekk Wellington minkað um munin. Og tá so Gudmun Nielsen trýsti seg ígjøgnum einar fýra mótspælarar, áðrenn hann fann innskifta Høgna Midjord, var fagnaðurin á heimamonnunum øgiligur. Og hann gjørdist ikki minni, tá liðskiparin hjá EB/Streymi tók táttin upp eftir starvsfelaganum úr B71, soleiðis at eisini hann fór undir brúsuna fyri tíð.

 

Eingin vanlukka

Tað er í sjálvum sær eingin vanlukka hjá EB/Streymi, at talan ikki varð um fulla úrtøku hesaferð. Hóast B71 telist millum liðini, ið flestu rokna við fara at liggja rættiliga tungt, so hava sandoyingar fleiri ferðir prógvað, at talan sjáldan er um lættan dyst á Sandi.

Men tað borgar ikki júst fyri góðskuni hjá einum oddaliði, tá teir við somikið góðum fortreytum tveir sær tvey stig burtur.

Júst tað kann B71 hinvegin nýta til at styrkja sær um sjálvsálitið. Bert eitt stig eftir fyrstu tríggjar dystirnar er sjálvandi ikki besta útgangsstøðið fyri restina av kappingini. Men verður hugsað um, at dystirnir higar til hava verið móti teimum trimum liðunum, sum fólk flest hava skírt sum favorittar, so er støðan á ongan hátt vónleys. Og skuldi hon verið vónleys, so prógvaði B71 kortini, at teir eisini kunnu tackla slíkar støður.