Líkskoðan hevur nú verið, og greitt er ,hvussu sangarin í Soundgarden, Chriss Cornell, doyði 17. mai á einum hotelkamari.
Talan var um, at hann hongdi seg í einum venjingar gummibandi, ella elastikki, sigur rættarlæknin Theodore Brown í frágreiðing, sum tíðarritið Rolling Stone hevur lisið.
Sagt verður, at hóast Cornell hevði tikið ymiskt, so var hetta ikki í so stórum nøgdum, at hetta eigur at hava havt ávirkan á, at hann tók seg av døgum. Millum annað hevði Cornell tikið Ativan, ið sigst hjálpa, um ein kennir ótta á sær.
Einkjan eftir Cornell sigur, at Cornell ikki var sum hann plagdi um tað mundið hann doyði, og at hann eftir eina tíð uttan misnýtslu, tók Ativan í helst ov stórum nøgdum. Ativan í ov stórum nøgdum sigst kunna stimbra sjálvmorðshugsanum.