Størsti vandin við eldsbrunanum á Varðanum á Tvøroyri hevur verið lekin av ammoniak. Tað er sera vandamikið at anda ammoniak niður í seg, og í passaligum nøgdum, kann tað verða drepandi.
- Tað ørkymlar andaleiðina illa um man andar tað í seg. Tað setur seg í bringuna og ørkymlar slímhinduna í lungunum, og tá er vandi fyri at fáa kemiska lungnabruna og tað er tað, sum er so vandamikið, sigur Pál Weihe, lækni.
- Sjúkueyðkennini vísa seg beinanvegin. Tað er ikki nakað, sum kemur sníkjandi seinni, sigur hann.
Pál Weihe sigur, at høvuðsorsøkin fyri at flyta fólk burtur av Tvøroyri, er, at tað er óvist, hvussu tað útviklar seg, og um tað kann eksplodera.