Læknatrot rakar yvir 6300 fólk í Havn

– Kommunulæknar trívast ikki í Havnini, men loysnin er heilt einføld, sigur Heilsutrygd

Kommunulæknaviðurskftini í Havn eru nú so vánalig, at tað eru heili 6.344 borgarar, sum ongan fastan kommunulækna hava. Og av teimum eru tað 225 fólk í Havn, sum ongan kommunulækna hava yvirhøvur.

 

Tað vísa teir nýggjastu upplýsirnir frá Heilsutrygd

 

Fyrr í dag skrivaðu vit um læknaneyðina í Havn, har foreldur gremja seg um, at tey sleppa ikki til lækna við børnunum

 

 

Les eisini: Tey sum flyta til Havnar fáa ongan lækna

 

 

Egil á Bø stjóri í Heilsutrygd, sigur, at tey eru fullgreið yvir trupulleikan, men tað er bara ein máti at loysa trupulleikan upp á – og tað er at fáa fleiri kommunulæknar í starv.

 

Tað hava verið 11 kommunulæknastørv í Havn, men herfyri játtaði Løgtingið pening til ein lækna afturat, so at tað nú eru 12 størv í Havn. Og Egil á Bø leggur afturat, at tosað hevur verið um at fáa fígging á fíggjarlógini til ein lækna afturat næsta ár, og eydnast tað, verða tað 13 kommunulæknastørv í Havn.

 

Stjórin í Heilsutrygd sigur, at tey kunnu gera onkrar skipanir fyri at bøta eitt sindur um støðuna við at læknar taka sjúklingar hjá øðrum læknum.

 

Men hann leggur dent á, at tað einasta, sum kann loysa trupulleikan, er at seta fleiri læknar í starv og tað er eisini tilmæli frá Heilsutrygd. Í løtuni verður lýst eftir trimum læknum til Havnar, har tvær av umsóknunum eru til størv, vikarar eru í nú, men so verður eisini lýst eftir lækna til tað 12. starvið.

 

– Ongin trygd er fyri, at læknar søkja tey størvini, men verða tey mannað, eru 12 læknar í Havn, sigur hann.

 

Fyri teimum vikum síðani vitsti Sosialurin at siga, at av teimum 12 læknastørvunum, sum nú eru í Havn, eru bara fýra mannað við lækna í føstum starvi, fýra eru mannað við avloysarum, men so eru tað tríggir kommunulæknar, sum hava parttíðarstarv, og ein er í farloyvi.

 

Sostatt eru tað einans sjey av teimum 12 læknaviðtalunum í høvuðsstaðnum, ið eru sett við føstum kommunulækna, men tríggir av teimum høvdu altso parttíðarstarv.

 

Høvuðsorsøkin til at kommunulæknar ikki trívast í Havn, er at tað eru so nógvir borgarar knýttur at summum av viðtalunum, at læknarnir føla seg ikki tryggar við, at teir fáa gjørt sítt arbeiðið til lítar.

 

Í hesum sambandi vísti Sosialurin á, at meðan ein kommunulækni í Vestmanna, á Eiði og í Sandoy, hevur ímillum 600 og 1.500 borgarar, er tilsvarandi talið í Havnini 1.600 til 1.900 borgarar, á Skálafjørðinum er tað 1.900 til 2.300 borgarar, men har verður eisini søkt eftir einum kommunulækna afturat nú. Og í Norðoyggjum er tað einir 2.000 borgarar, men eisini har verður tosað um at játta pening til ein lækna afturat næsta ár.

 

Og Egil á Bø ásannar, at hetta er ein trupulleiki kann bara loysast við at fleiri læknar verða settir og tað er eisini tað, Heilsutrygd mælir politisku myndugleikunum at gera.