Týskvøldið hin 23. oktober verður møguleiki at hoyra spennandi fyrilesturin hjá Hans Andriasi Sølvará, søgufrøðingi, um læknastríðið í Klaksvík í fimmtiárunum.
Fyrilesturin, ið er almennur, verður hildin í Norðurlandahúsinum klokkan 19. Tað er Norrøna Felagið í Føroyum, sum skipar fyri, og atgongdin er ókeypis.
Hóast Hans Andrias hevur hildið fyrilesturin fyrr, bæði í Havn og í Klaksvík, verður kortini mett, at so mikið stórur áhugi framvegis er fyri evninum, at tað hevur áhuga fyri bæði limir í Norrøna Felagnum og onnur at hoyra søgufrøðingin greiða frá hendingunum, sum fóru fram í Klaksvík fyri nærum seksti árum síðan.
- Tey fyrstu árini, eftir at stríðið um danska Halvorsen, lækna, var upp á tað harðasta, varð ikki nógv tosað ella skrivað um hesa hending, ið setti djúp spor í mong viðurskifti í Klaksvík. Tað er ikki fyrr enn hesi seinastu árini, at tíðin tykist búgvin til at taka evnið upp, sigur Norrøna Felagið.
Lagt verður aftrat, at áhugin nú er kveiktur í almenninginum fyri at fáa greiði á, hvat tað veruliga var, sum hendi í Klaksvík um hetta mundið, tá danir sendu eitt skip av løgverjumonnum til Klaksvíkar at verja lóg og landaskil.
Hans Andrias Sølvará er útbúgvin søgufrøðingur og arbeiðir millum annað við at festa Klaksvíkar søgu á blað. Higartil eru tvey bind útkomin. Triðja bind er ávegis, og tað er júst í hesum triðja bindi, at álvarsligu hendingarnar í fimmtiárunum verða viðgjørdar.
- Eftir fyrilesturin verður høvi at gera viðmerkingar og seta fram spurningar, og tiltakið í Norðurlandahúsinum er ókeypis, sigur felagið.










