Læknaskrivari á LS raktur av koronu

Ein læknaskrivari á Landssjúkrahúsinum hevur fingið staðfest koronasmittu. Tí eru átta læknaskrivarar á LS í dag farnir heim í sóttarhald, tí teir hava havt samband við starvsfelagan.

Smittaðipersónurin hevði verið uttanlands, og varð kannaður  á flogvøllinum, og royndin var negativ, men royndin seks dagar seinni var positiv.

Kringvarpið bar tíðindini í kvøld, og við Kringvarpið segði Tummas í Garði, varastjóri á LS, at starvsfólk á LS, ið hava verið uttanlands,  sleppa til arbeiðis, tá tey hava fingið kanningarúrslit, ið er negativt, og kemst hetta av, at um LS hevur ikki nóg nógv starvsfólk til at starvsfólk kunnu fara í sóttarhald, um sjúkrahúsverkið skal virka.