Tveir meksikanskir læknar, sum skuldu skunda sær á eitt sjúkrahús við einum hjarta, sum ein sjúklingur bíðaði eftir, vóru so óhepnir at missa hjartað úr einari køliboks og niður á vegin. Teir vóru tó skjótir at fáa hjartað í køliboksina aftur og so við ferð á sjúkrahúsið.
Tilburðurin er vorðið samrøðuevni í Meksiko, tí tilburðurin varð sendur beinleiðis í sjónvarpinum. Sjónvarpið og aðrir fjølmiðlar vóru við, tá hjartað bleiv flutt úr landspartinum Guanajuato til høvuðsstaðin. Hetta bleiv gjørt við privatflogfari og løgreglutyrlu, tí tað ráddi um at bera skjótt at.
Eitt hol í vegnum nakrar fáar metrar frá sjúkrahúsinum mundi spilt spælið, men sambært leiðsluni á sjúkrahúsinum riggaði hjartað, tá tað kom hagar, og skurðviðgerðin gekk eisini væl.
Ímeðan stuttleika meksikanar sær óført av myndunum av teimum báðum læknunum og hjartanum.