Landsjúkrahúsið
Tað eru allar orsøkir til at stúra fyri gongdini á Landssjúkrahúsinum, nú ætlanin er at siga Jóhan Petur Davidsen, yvirlækna, úr starvi.
Tað halda allir teir tríggir kommunulæknarnir, sum eisini eru valdir løgtingsmenn.
Málið um at siga yvirlæknan úr starvi, varð reistur í løgtinginum mikudagin, tá ið Bill Justinussen, løgtingsmaður, spurdi Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, hvussu hann ætlaði at tryggja, at virksemi á økinum hjá yvirlæknanum kann halda fram á forsvarligan hátt. Hann spurdi eisini um hald var í tíðindunum um, at veruliga orsøkin til uppsøgnina er, at yvirlæknin viðgjørdi sjúklingar undir arbeiðssteðginum so at leiðslan á Landssjúkrahúsinum ikki fekk brúkt hetta kærkomna høvi til at spara pening í arbeiðssteðginum.
Stúra fyri gongdini
Ímillum teir valdu løgtingsmenninir eru eisini tríggir læknar, Marjus Dam, valdur fyri sambandsflokkin, Jenis av Rana valdur fyri miðflokkin og Andrias Petersen, valdur fyri javnaðarflokkin.
Og teir høvdu allir tríggir orðið, tá ið málið var til viðgerðar og teir stúrdu allir tríggir fyri gongdini á Landssjúkrahúsinum.
Marjus Dam helt at tað var álvarsligt at ein yvirlækni skuldi sigast upp fyri at hava gjørt seg sekan í tí brotsverki, at hann hevur lagt sjúklingar undir skurð, sum kanska hava staðið á bíðilisita leingi, samstundis sum arbeiðssteðgur av tilvild var.
Hann helt, at hevði hann ikki viðgjørt sjúklingar, hevði ætlanin at siga hann upp verið í lagi, tí so hevði hann ikki røkt sítt arbeiði.
Marjus Dam helt rætt og slætt, at talan var um eina "skandalu" og hann helt, at Hans Pauli Strøm átti at biðið leiðsluna á Landssjúkrahúsinum taka ætlanarskrivið um uppsøgnina aftur ongantíð og tað ongantíð ov skjótt.
Jenis av Rana var fullkomiliga samdur við sambandsmannin.
Hann hevði lisið ætlanarskrivið, sum Jóhan Petur Davidsen hevði fingið um uppsøgnina.
Og hann var skelkaður av tí, hann hevði lisið, tí makan til smáligheit og barsnligheit visti hann ikki um. Hann ivaðist ikki í, at veruliga orsøkin til ætlaðu uppsøgnina er, at Jóhan Petur Davidsen hevði verið nakað opinskáraður um ymisk viðurskifti á Landssjúkrahúsinum.
Tí heitti hann staðiliga á landsstýrismannin at hugsa seg sera væl um, áðrenn hann fylgdi tilmælinum frá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum í hesum máli.
Sera óheppin samanblanding
Triði læknin á Føroya Løgtingi, Andrias Petersen, segði, at ætlanin um uppsøgnina undraði hann, tí í í hesum føri var leiðslufunktiónin og tann kliniska funktiónin blandað saman.
Hann helt, at miseydnast ein leiðsla, verður hon skift út.
Men var hann yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, hevði hann alvorliga aftrað seg við at átikið sær eina leiðsluábyrgd, nú vandin er, at hann kundi mist alt starvið, bæði sum leiðari og sum yvirlækni.
Koma vit í ta støðu, at yvirlæknarnir hereftir ikki vilja taka leiðsluábyrgd á seg, fer tað at ganga galið á Landssjúkrahúsinum, tí tað verða teir noyddir at gera.
Eitt sjúkrahús er teir yvirlæknar, sum arbeiða har, tí tað eru teir, sum hava ábyrgdina av sjúklingunum og tað eru teir, sum enda í rættinum, skuldi ein viðgerð miseydnast, tí ongin annar tekur ábyrgdina.
Tí er tað heilt avgjørt álvarsamt, at leiðslufunktiónin og tann kliniska, ella læknaliga funktiónin, verða blandað saman, helt Andrias Petersen.
Sjúklingar ikki ávirkaðir
Men so aftur til spurningin hjá Bill Justinussen:
Hans Pauli Strøm upplýsti, at vikarar og aðrir yvirlæknar tryggjaðu, at virksemið helt fram og soleiðis at sjúklingarnir ikki verða avirkaðir.
Hann vísti eisini á, at hóast Jóhan Petur Davidsen hevur fingið ætlanarskriv um uppsøgn, er tað alt annað enn sagt, at hann verður uppsagdur, tá ið endalig avgerð skal takast.
Men endar tað við, at yvirlæknin verður uppsagdir, má Landssjúkrahúsið sjálvsagt finna eina aðra, varandi loysn, segði Hans Pauli Strøm.
Hann legði afturat, at hann ætlaði ikki at viðgera hvat stendur í ætlanarskirivinum og tí vildi hann heldur ikki svara uppá hin spurningin frá Bill Justinussen um, at yvirlæknin skuldi sigast upp, tí hann hevði forkomið einum møguleika hjá Landssjúkrahúsinum at spara pening í arbeiðssteðginum.
Tað sita tríggir læknar á Føroya Løgtingið og allirtríggir, Jenis av Rana, vinsrumegin, Andrias Petersen í miðjuni og Marjus Dam eru meiri enn ivingarsamir um tað, sum fer fram á Landssjúkrahúsinum í løtuni
Allir tríggir læknarnir, sum sita á Løgtingi siga, at teir stúra fyri gongdini á Landssjúkrahúsinum, nú ætlanin er at siga yvirlæknan Jóan Petur Davidsen, upp
Landsjúkrahúsið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo