Ein maður í USA fekk sera ringa pínu í heilan, eftir at hann át eina chilifrukt, sum verður mett sum heimsins sterkasta. Maðurin varð raktur ferð eftir ferð við sera ógvusligari pínu í høvdinum. Hetta hendi eftir at 34 ára gamli maðurin hevði luttikið í einari kapping í 2016, har hann át eina Caroline Reaper, sum er kend sum heimsins sterkasta chili. Tað skrivar Ritzau frá heilivágstíðarritinum BMJ Case Reports.
Á tí sokallaða Scoville-stiganum – sum er stigin, ið sigur hvussu sterk ein chili frukt er – hevur Caroline Reaper fruktin 1.6 milliónir eindir. Til samanberingar kann sigast, at ein jalapeno hevur millum 2500 og 8000 á stiganum.
Maðurin fekk nakka- og høvuðpínu, og í fleiri dagar komu stuttar, men ógvusligar løtur við høvuðpínu. 34 ára gamli maðurin fór til lækna, men hóast fleiri kanningar vórðu gjørdar, bar ikki til at siga, hví hetta hendi. At enda varð hann tó diagnostiseraður við einari tíðaravmarkaðari heilasjúku, sum eitur RCVS. Hendan sjúkan inniber, at blóðæðrarnar í heilanum trekkja seg saman.
- Øll gjørdist bilsin av niðurstøðuni, sigur ein av høvundunum at úrslitinum í tíðarritinum, Kulothungan Gunasekaran, frá Henry Ford sjúkrahúsinum í Detroit, sambært Ritzau.
Sjúkueyðkennini hjá manninum hvurvu tó av sær sjálvum, og eftir fimm vikur vísti ein skanning, at hansara blóðæðrar høvdu lagt seg í vanliga legu aftur.
- Vit viðmæla fólki at vísa varsemi, tá ið tey eta chili, og at beinan vegin fara til lækna, um tey uppliva líknandi sjúkueyðkenni, sigur Gunasekaran sambært Ritzau.