Læknafelagið harmast um tann ótryggleika, sum bygnaðar- og fíggjartrupulleikarnir í heilsuverkinum hava við sær fyri sjúklingar og starvsfólk. Læknafelagið metir, at so sum struktururin er í føroyska heilsuverkinum í løtuni, er fíggjarkarmurin ikki nóg víður til at reka heilsuverk á norðurlendskum støði.
Vit harmast um tað álitisbrot, sum er íkomið millum politiska-/umsitingarliga myndugleikan og Serlæknafelagið. Í tráð við mál felagsins er Læknafelagið til reiðar at vegleiða og annars luttaka í einum konstruktivum dialogi við avvarðandi myndugleikar um føroyska heilsuverkið
N. Petur Nielsen, formaður