Løkke: Umsíðir hitti eg Trónd

Fyrrverandi danski forsætisráðharri vitjaði í Kirkjubø í dag

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen var í dag á vitjan hjá listamanninum Tróndi Patursson í Kirkjubø. Løkke var fegin um, at tað umsíðir eydnaðist honum at hitta Trónd.

– Eg havi í nógv ár verið hugtikin av Tróndi Patursson og hansara fantastisku list og ævintýrligu sjóferðum. Mong munnu við mær hava kent útlongsul og frælsi, tá vit gjøgnum árini hava sæð vøkru glasfuglarnar hjá Tróndi á flogvøllinum, skrivar Lars Løkke Rasmussen á facebook vanganum.

– Í dag lukkaðist tað mær umsíðir at møta Trónd persónliga í hansara húsi og verkstaði í Kirkjubø. Tað var spennandi at hoyra um tær mongu ætlaninar, sum Tróndur hevur. Hugsa tær sum 76 ára gamal at hava so nógvar ætlanir, at tað er nokk at tríva í næstu 25 árini, skrivar Løkke millum annað.