Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, skal í kvøld sova saman við sonevndu Sirius-paruljuni við kantin á innlandsísinum í Grønlandi, har hann annars hevur verið síðan í gjár.
Tað veit danska forsætismálaráðið at siga. Higartil hevur verið tagt um vitjanina hjá forsætisráðharranum við eysturstrond Grønlands, har høvuðsstøðin hjá Sirius-patruljuni – Danaborg – er á hálvoynni, Wollaston Foreland.
Sambært Lars Løkke Rasmussen hevur øktur hernaðarligur aktivitetur verið í Arktis, og tað eru serliga russar, sum eiga henda aktivitetin. Tað er her, at Sirius-patruljan hevur ein týðandi leiklut.
- Russar skulu vita, at vit halda eyguni við øllum tí, teir havast at í donskum øki, sigur Lars Løkke Rasmussen í einari skrivligari viðmerking.
Danska stjórnin hevur sett av 720 miljónir krónur til at styrkja eftirlitið í Arktis, og avtalan um miljónirnar er galdandi frá í ár at rokna og fram til 2023.
- Tað er semja millum arktisku londini um, at politiskir spurningar skulu loysast á friðarligan hátt. Ábyrgdin, at Arktis skal vera eitt øki við lágspenningi, hvílir á okkum øllum, og arktisku londini mugu syrgja fyri, at tað verður soleiðis, sigur danski forsætisráðharrin.
Hann vísir á, at vitjanin í økinum gevur eitt innlit í gerandisdagin hjá serdeildini. Hesi fólk eru langt burtur frá familjum og vinum, og teirra umstøður eru ikki mildar.
- Eg havi stóra virðing fyri tí arbeiði, tey gera. Hetta er ikki fyri letingar, sigur Lars Løkke Rasmussen.
Sirius-patruljan er ein lítil hernaðarlig sereind, sum arbeiðir á einum stórum øki og ger sletu-ferðir í landnyrðingspartinum av Grønlandi, skrivar www.sermitsiaq.ag í kvøld og visir til tíðindastovuna, Ritzau.