Løkke stuðlar sjálvstýri

- Grønland og Føroyar kunnu frítt velja, um tey vilja arbeiða við egnum stjórnarskipanum, segði Lars Løkke Rasmussen eftir ríkisfundin fríggjadagin

Seinnapartin fríggjadagin hittust Lars Løkke Rasmussen, Aksel V. Johannesen og Kim Kielsen á ríkisfundi í Aappaluttoq í Grønlandi, har tosað var um felagsmál og annað av felags áhuga. Sum vant, var eisini tíðindafundur eftir sjálvan ríkisfundin.

Har var tað, at spurningurin kom fram um føroyska og grønlendska ynskið um at smíða sær egnar stjórnarskipanir, og tá segði danski forsætisráðharrin, at hann virdi ynskini um sjálvstýri í bæði Føroyum og Grønlandi.


- Grønland og Føroyar kunnu frítt velja, um tey vilja arbeiða við egnum stjórnarskipanum, segði Lars Løkke Rasmussen, samstundis sum hann segði, at eitt av evnunum á ríkisfundinum hevði verið, um Føroyar og Grønland skuldu hava egna stjórnarskipan og egnan búskap.


Stjórnin positiv

- Eg haldi, at ríkisfelagsskapurin ger okkum sterkari, og tað havi eg eisini fingið váttað á fundinum í dag. Samstundis havi eg virðing fyri, at bæði í Føroyum og Grønlandi er ynski um at arbeiða við egnum stjórnarskipanum, segði hann.



Danska Ritzau-tíðindastovan endurgevur danska forsætisráðharran fyri at siga, at danska stjórnin er positiv mótvegis samskifti við Føroyar og Grønland um teir spurningar, ið kunnu stinga seg upp í sambandi við stjórnarskipanararbeiðið.


- Tað stendur eisini í samgonguskjalinum hjá donsku stjórnini, at hetta stendur báðum londum frítt at gera, váttaði Lars Løkke Rasmussen.