Í dag hevði danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen spurnartíma í Fólkatinginum.
Føroyski fólkatingsmaðurin Magni Arge spurdi forsætisráðharran, um Danmark fór at viðurkenna føroyskan sjálvsavgerðarrætt mótvegis heimssamfelagnum, um tað skuldi komið til eina fólkaatkvøðu.
– Ynskja føroyingar sjálvstýri frá Danmark, er tað eitt ynski, vit fara at virða. Okkum nýtist ikki at pakka tað inn í løgfrøði. Eg haldi, at tað hevði verið ein ólukka, men taka føroyingar ta avgerð, fara vit at virða hana, svaraði Lars Løkke Rasmussen.
Forsætisráðharrin sigur, at hann ynskir at styrkja samstarvið í ríkisfelagsskapinum.