Sunnudagin fekk annar av hundunum hjá Lars Løkke Rasmussen og Sólrun Jákupsdóttir ein hvøkk av fýrverksbresti og rýmdi.
Løkke eftirlýsti tíkina Beauty á sosialu miðlunum, og nú fýra dagar seinni er hon komin heimaftur. Beauty var funnin 150 metrar frá heiminum í Græsted, har hon var dottin í eitt útgravað hol. Eigarin hevði fleiri ferðir hugt eftir útgrevstrinum, so helst er hundurin dottin í holið í nátt.
Lars og Sólrun takka teimum, sum hava hjálpt teimum at leita eftir hundinum.
– Høvdu tíðirnar loyvt tí, høvdu vit bjóðað øllum til hundaveitslu í Græsted, men vónandi kunnu vit gera tað í summar, sigur Lars Løkke Rasmussen.
Beauty er nú farin til djóralækna at verða kannað.