Lars Løkke Rasmussen hevur verið høvuðsmaður fyri at fáa almennar danskar stovnar at flagga við Merkinum ólavsøkudag. Dagurin endaði tó sum ein flagggøla, tí fleiri stovnar flaggaðu við einum skeivum flaggi.
Í gjár fekk danski forsætisráðharrin fleiri skot á Facebook fyri flagggøluna, og hann viðurkendi á Twitter at talan var um pínlig mistøk.
- Eg kenni væl føroyska felaggið (kona mín er føroysk), men eg havi ikki staðið fyri innkeypi at fløggum til Københavns Univeristet og onnur. Eg haldi, at hetta er pínligt, men tað undirstrikar mítt upprunaliga sjónarmið um at gera føroyskan og grønlenskan flaggdag í Danmark. Vit hava í Danmark brúk fyri meiri vitan um restina av ríkisfelagsskapinum, skrivar Lars Løkke Rasmussen á sínum Facebook-vanga.
534 danskar flaggstendur skuldu í gjár flaggað við Merkinum, men tað er óvist, hvussu nógvar teirra flaggaðu við skeivum flaggi.