Løkke heldur feriu í Føroyum

Forsætisráðharrin fer at taka sær av løttum í Føroyum komandi dagarnar

Lars Løkke Rasmussen svaraði í dag einum spurningi frá Bjarna Hammer í Fólkatinginum. Bjarni Hammer vil hava, at ætlanin at umbyggja gamla bankabygningin í Húsagøtu í Havn til politistøð. Hann heldur, at ein nýggj politistøð átti at verið bygd. 

Lars Løkke Rasmussen segði, at hann fekk ikki svarað, men vísti til løgmálaráðharran, sum umsitur løgregluna.

Samstundis segði Løkke, at hann kendi væl økið við SMS, og nú hann ætlaði sær til Føroya í frítíð Kristi Himmalferðardag, kundi tað verða, at hann fór at seta seg eitt sindur inn í málið.

Danski forsætisráðharrin hevur føroyska konu og vitjar javnan í Føroyum.

Omanfyri ber til at síggja orðaskiftið millum Bjarna Hammer og Lars Løkke Rasmussen í Fólkatinginum.