Løkke á fund í tinginum

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, situr í løtuni í Føroya Løgtingi í løtuni, har hann er á óformellum fundi saman við tingmanningini. Lars Løkke Rasmussen og kona hansara Sólrun Løkke Rasmussen komu í tingi stutt eftir klokkan trý.

Á skránni var einki ítøkiligt mál og Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, segði eisini beint áðrenn fundurin varð settur, at eingin dagsskrá var sum so. Men sambært Løgmansskrivstovuni fer Lars Løkke Rasmussen at kjakast um ymisk aktuell evni.

Lars Løkke Rasmussen og Sólrún Løkke Rasmussen komu til landi á klokkan eitt í dag. Klokkan trý fóru tey í Løgtingi og í kvøld fara tey eina útferð út til Hest.