Lækkandi oljuprísur góður fyri Føroyar

Tað at oljuprísurin er lækkaður so nógv síðstu tíðina eru góð tíðindi fyri føroyska samfelagið sum heild. Taka vit partrolaraflotan sum dømi, so svarar hetta til eina árliga minni útreiðslu uppá umleið 1,9 mio kr. fyri eitt skip ella 3,8 mio kr. fyri eitt par. Hetta vísa tøl Sosialurin hevur roknað seg fram til.

Ongantíð áður er oljuprísurin lækkaður so nógv yvir so stutta tíð, sum hann hevur gjørt síðani juli mánað í ár. Úr 147 dollarum fyri tunnuna í juli til niðanfyri 53 dollarar tunnuna í dag. Prísurin var niðri á 47 dollarum fyri tunnuna fyri vikuskiftið men er so kvinkaður uppá 53 dollarar tunnuna í dag.

 

Felagsskapurin hjá oljuframleiðandi londunum, OPEC, hevur kallað inn til fund leygardagin 29. novembur at umrøða støðuna við tí lága oljuprísinum. Á síðsta OPEC fundi í oktober, skerdi felagsskapurin oljuframleiðsluna við 1,5 milliónum tunnum um dagin, men tað hevði ikki príshækkingar við sær. Hvat hendir á OPEC fundinum leygardagin er ilt at siga, men eygleiðarar halda, at felagsskapurin fer at skerja framleiðsluna aftur. Forsetin í OPEC, Chakib Khelil, segði í gjár við blaðið Upstream, at støðan á marknaðinum talar fyri einari munandi skerjing í oljuframleiðsluni. Hann sigur eisini, at ein oljuprísur niðanfyri 70 dollarar fyri tunnuna fer at hava við sær, at fleiri nýggjar verkætlanir fara fyri skeyti. Eygleiðarar ivast tó í, um skerjingarnar fáa neyðuga ávirkan, tí eftirspurningurin er rættuliga nógv minkaður, orsakað av niðurgongdini í heimsbúskapinum.

 

Fyri oljuframleiðandi londini er tað sjálvandi eitt bakkast, at oljuprísurin er so nógv lækkaður yvir so stutta tíð. Men fyri eitt oljunýtsluland sum Føroyar, eigur hetta at hava eina sera positiva ávirkan, bæði fyri vanliga húsarhaldið og serstakliga fyri fiskivinnuna, sum er sera orkukrevjandi. Sum Sosialurin skilir, so eru listaprísirnir til skipini lækkaðir við 1,90 kr. fyri liturin, frá tí hann var hægstur í summar. Taka vit partrolaraflotan sum dømi, so svarar hetta til eina árliga minni útreiðslu uppá umleið 1,9 mio kr. fyri eitt skip ella 3,8 mio kr. fyri eitt par. Her taka vit støði í, at ein trolari nýtir 1 million litrar um árið. Hetta skuldu verið tøl, sum síggjast aftur á botnlinjuni.