Stuðulsskipanin fyri vaksin fer undir nýtt tiltak, nevnt »Løkjukaféin«. Løkjukaféin heldur til í húsunum hjá Stuðulsfólkaskipanini fyri vaksin í Løkjatúni 1 á Argjum
Endamálið við Løkjukaféini er at geva sinnisveikum møguleikar og umstøður at savnast til fjølbroytta samveru í hugnaligum umhvørvi. Vit ætla at leggja stóran dent á, at brúkararnir sjálvir eru við at mynda kaféina.
Á Løkjukaféini er møguleikin fyri at keypa sær ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið. Eisini er møguleiki fyri at lesa bløðini og spæla ymsik spøl s.s. kortspæl og talv og annað ítriv.
Skipað verður eisini fyri ymiskum tiltøkum s.s. sangløtum, frásagnum, upplestri, útferðum, kjak-fundum.
Tað er ikki nakað krav, at brúkarin skal luttaka í til-tøkumum fyri at gera brúk av kaféini, hann er vælkomin bara at støkka inn á gólvið.
Kaféin liggur javnt við veghæddina uttanfyri, hølini eru gjørd soleiðis, at tað eisini er atkomuligt hjá rørslutarnaðum gestum.
Kaféin eru opin mánadag til hósdag millum kl. 11.30 og 15.00.
Í samband við fyrsta upplatingardag 14. mars verður skipað fyri hugnaløtu frá kl. 12.30 til kl. 15.00. Løkjukaféin bjóðar kaffi og lagkøku, siga tey í Løkjukafé?ini í tíðindaskrivi - og heilsa. at øll eru vælkomin.