Eyðkennini fyri svínakrími líkjast teimum, sum fólk kenna, tá tey hava vanligt krím Sagt verður, at eyðkennini fyri svínakrím millum annað eru fepur, hosti, eymleiki í hálsinum, snor, høvuðpína og møði. Fleiri av teimum, sum eru smittað, hava eisini havt bleytan maga og spýggisjúku.
Vandabólkarnir eru ikki heilt kendir enn, men roknað verður við, at teir eru teir somu, sum tá talan er um vanligt krím.
Eldri fólk og børn undir fimm ára aldur eru í serligum vanda fyri álvarsligum fylgisjúkum, eins og barnakonur og fólk við kroniskum sjúkum eisini eru tað.