Líkist seinasta vali

Eftir arbeiðstíð fer stóra fjøldin av veljarunum á val Valluttøkan á hesum fólkatalingsvalinum minnir um seinasta val um tað mesta av landinum. Summastaðni hevur valluttøkan verið eitt sindur størri, aðrastaðni eitt lítið vet minni.

Á størsta valstaðnum, í Havn, høvdu 2998 fólk verið á vali, men harumframt vóru 279 brævatkvøður. Tað er ein valluttøka upp á 26,9%. Á valinum í 2005 høvdu 2988 fólk valt, men tá vóru 369 brævatkvøður og tað svaraði til 30,7%.

Í Havn hevur valluttøkan í allan dag verið eitt vet omanfyri seinast, men seinastu løtuna er hon farin beint undir. Eygleiðarar hava eisini lagt til merkis, at úr Hoyvík og av Hvítanesi hava lutfalsliga fá verið á valið.

Í Vági hava 24% av veljarunum verið á valið og tað er eitt prosent minni enn seinast.

Hetta er gongdin um alt landið, men væntað verður, at gongdin verður sum vanligt, at fjøldin av fólki fer á val eftir arbeiðstíð.

Í Danmark hava longu 40% av veljarunum verið á vali