Líkist bronsuuppgerð

Tað er støðan, tá Neistin leygardagin vitjar á Giljanesi. Í hinum trimum dystunum tykist favoritt-leikluturin at vera hampuliga greiður

Seinasta umfarið hesumegin jól er á skránni í Sunset-kappingini í hondbólti. Mest spennandi uppgerðin tykist vera á Giljanesi, har Neistin kemur á vitjan hjá Søljuni. Størsta partin av árinum hevur støðan verið tann, at hesi bæði liðini hava stríðst um triðja plássið. Ein dystur, sum Neistin í fyrsta umfari vann, tá tær vunnu heimadystin á Søljuni, men nú er so útidysturin á skránni.
Í hinum trimum dystunum tykjast favoritt-leilutirnir at vera nakað greiðari. Tað man neyvan vera nakar ivi um, at VB og Stjørnan eru risa-favorittar, tá tey skulu royna seg móti botnliðunum báðum, Tjaldri og Kyndli.
Seinasti dysturin er á Skála, har VÍF kemur á vitjan hjá StÍF. Higartil í ár hevur VÍF greitt verið við yvirlutan teirra millum, men skal StÍF sleppa sær nakran veg uppeftir, so er tað helst fyrst og fremst móti vestmenningum, at tær hava møguleikan til tess.