Blaðsøla: Dimmalætting hevur siglt tungt í langa tíð, og bæði høvuðspartaeigararnir, Lisbeth L. Petersen og Beata L. Samuelsen, og stjóri á Dimmalætting hava ført fram, at stórar broytingar mugu til á blaðnum, um tað nakrantíð skal koma fyri seg aftur, nú samtakið hevur eina skuld, sum sambært stjóranum, Árna Gregersen, og nevndarliminum og høvuðspartaeigaranum, Lisbeth L. Petersen, liggur um 25 milliónir krónur.
Sum skilst er tað íløgufelagið Løkir, sum hevur gjørt eina íløgu í Dimmalætting, og tá Sosialurin spyr stjóran, Líggjast í Bø, og nevndarformannin, Petur H. Jacobsen, kann hvørgin avsanna, at Løkir hava keypt Dimmalætting.
Løkir er íløgufelag, sum P/F Føroya Banki, P/F Tjaldur, Lækir Capital ehf úr Íslandi og P/F Krúnborg, sum er felagið hjá Eiler Jacobsen.
Árni Gregersen, stjóri á Dimmalætting, kundi 4. januar greiða frá, at stórar broytingar eru ávegis, men tá vildi hann ikki upplýsa, hvør keyparin er.
Tað vil hann heldur ikki í dag, men staðfestir, at onkrar broytingar eru hendar í samráðingunum.
Fyri tíð síðan segði Lisbeth L. Petersen, nevndarlimur, eisini, at ein møguleiki sjálvandi er at selja bygningin.
Stjórin á Dimmalætting førdi eisini fram, at ein møguleiki var at fara í ein annan bygning.
– Men tað er nakað nýggju partaeigararnir koma at avgera, segði Árni Gregersen 4. januar.
Gomlu eigararnir
At Dimmalætting hevur koyrt tungt og er komin í stóra skuld, hevur eisini havt við sær at partabrøvini í felagnum eru minkað sera nógv í virði.
5. januar staðfestu eisini Beata L. Samuelsen og Lisbeth L. Petersen, at tað ikki eru tær, sum seta meiri pening í fyritøkuna, og tí er møguleiki fyri, at hvørgin av teimum verður partur av nýggju dimmu.
Løkir
Verður hugt at, hvørjar íløgur Løkir hevur gjørt, so er tað í Statoil í Føroyum, Eldborg, sum er supplyskip hjá Supply Service, í Lækir, sum er sama íslendska íløgufelag, sum eigur í Løkir. Umframt, at Løkir eigur meirilutan í NEMA samtakinum.
Hetta seinasta samtakið umfatar fyritøkurnar Senta, Casa, Kvasir, City, Atlantstøkni og Sendistovuna.
Hóast ongin partur í málinum vil vátta, at sterka íløgufelagið hevur keypt, so vil ongin partur avsanna tíðindini, og tí kundi meira enn so hent seg, at ein almannakunngering liggur heilt nær.