Líkini av forsetahjúnunum til Póllands í dag

Líkini av polska forsetanum, Lech Kazynski, og konu hansara Martu, sum doyðu í flogvanlukkuni gjáramorgunin, koma til Póllands fyrrapartin. Samstundis verður tøgn í Póllandi í tveir minuttir.

Áðrenn líkini fóru úr Smolensk, varð skipað fyri einari hernaðarligari minningarløtu har, sigur polska útvarpið.

Vanlukkan gjáramorgunin kostaði 96 mannalív. Í gjárkvøldið savnaðust póllendingar í stórum tali í Warszawa og øðrum býum at minnast tey deyðu.

Polska stjórnin hevur lýst landasorg í eina viku.