Søgan er tann, at formaðurin í Føroya Fiskimannafelag hevur latið føroyingar halda, at ein maður, sum gav felagnum alt sítt vaksna arbeiðslív, er brotsmaður. Ákæran til fiskimannin er, at hann betalir pengar og gevur sítt mandat til FF, tá hann meldar seg inn í felagið og betalir síni prosentir. Man kann ikki tala at, hvørja ferð man er ósamdur, men nú hevur Jan Højgaard gjørt ting, sum ikki kunnu klassifiserast sum annað enn illgerðir (óndskapur), og hetta hevur oyðilagt heilt øgiliga nógv fyri ein mann, sum hevur betri uppiborið. Hevði Jan Højgaard komið út og sagt umskylda og sagt, at hann hevur ongar ákærur um brotsverk, so var tað úti av verðini. Men ákæran stendur við – og man veit, at tað er onki í henni, millum annað tí at Jan Højgaard hevur funnið upp á, at álopni maðurin hevur medvirka til innbrot. Hetta oman á alt hitt, sum er í hesum, og tað er ikki bara tað, at Jan Højgaard uttan nakran rætt burturvísti sakleysan mann, sum hevði verið í 35 ár hjá felagnum og hevði uppiborið eina tøkk fyri tíðina. Annað er so tað, at tað skal eitt frostbitið hjarta til at vera so kaldur fyri einum manni, sum hevur havt ríkiligt at dragast við.
So fúlheitirnar eru øgiligar.
Hetta er eitt arbeiðsmarknaðarmál eisini, tí at talan er um ein av fremstu fakfelagsmonnunum hjá okkum. Fakfeløg liva av solidariteti og stuðuli. Tú meldar teg inn í eitt fakfelag, betalir pengar til tað, og tú gevur títt mandat til hesi fólkini, tá tað kemur til samráðingar og annað. Tá leiðararnir úttala seg, gera teir tað vegna teg, og teir gera tað við tær sum vekt aftan fyri seg. Av tí at tín solidaritetur og tín rødd og tínir pengar – av tínum egna vilja – eru eksistensgrundarlagið hjá sovorðnum fólkum, so eigur tú at tala at, tá tey forbróta seg. Tí er tað superkritisabult, at fiskimenn onki gera við Jan Højgaard.
FF er í Samtaki, har sum Føroya Arbeiðarafelag og trý onnur feløg eisini eru limir. Góðir 8000 limir. Og Samtak bakkar Jan Højgaard upp. Eisini tey standa við ákæruni í peikifingrinum, um at maðurin er brotsfólk. Eisini tey vilja verjuleysum manni ilt og geva tí ónda vælsignilsi. Tað er ein sættapartur av Føroya fólki. Tí er tað 1/6 møguleiki, at tað eru tínir pengar og tín rødd og tín solidaritetur, sum eru við til at gera enda á einum manni, sum onki skeivt hevur gjørt. Tekur tú ikki røddina og pengarnar og solidaritetin frá teimum ella biður tey lata vera, so ert tú, antin tú heldur tað ella ikki, antin tú vilt tað ella ikki, sekur í yvirgangi.