Løkin vann seinasta dystin

Hetta var seinasti venjingardysturin hjá Frem, áðrenn kappingin verður tikin uppaftur komandi vikuskiftið.

 

Bogi Løkin byrjaði inni á miðvøllinum og var eisini við í uppspælinum til fyrsta málið. Tíverri fyri Boga fekk hann ein lítlan snudd tíðliga í dystinum, og stutt fyri steðgin valdi venjarin at taka føroyska landsliðsleikaran av vøllinum. Hetta fyri ikki at fáa fleiri skaðar, sum Frem hevur nóg mikið av.

 

Ein, sum telist millum skaddu Frem-leikararnar, er Andreas Lava Olsen. Hann hevur ikki verið partur av nøkrum venjingardystum í seinastuni, meðan Jónas Þór Næs hevur spælt teir báðar síðstu venjingardystirnar á eykaliðnum hjá Frem.

 

Meðan Bogi og hinir í Frem gleða seg til leygardagin, tá kappingin byrjar aftur, kunnu teir fegnast um sigurin í venjingardystinum í gjár, sum endaði 3-2 til Frem móti Hvidovre.