Ein avstralsk bjargingartyrla bjargaði í gjár líkinum av tí 21 ára gamla dananum Kasper Sørensen, sum hvarv tann 7. juli, eftir at hann var farin niðan á fjallið Cradle Mountain á Tasmania.
Tá Kasper Sørensen ikki kom afturíaftur, og einki hoyrdist frá honum, fóru bjargingarlið at leita, og tann 1. august sá ein tyrla líkið einar 100 metrar niðan fyri tindin á tí 1500 metrar høga fjallinum. Vánaligt veður gjørdi, at tað bar ikki til at fara eftir líkinum fyrr enn í gjár.










