Líkið av argentinska fótbóltsspælaranum Emiliano Sala, sum var umborð á flogfarinum, sum hvarv í Ermarsundi 21. januar er nú funnið. Tað váttar løgreglan í Dorset í einum tíðindaskrivi.
- Líkið er eyðmerkt sum yrkisfótbóltsspælarin Emiliano Sala. Familian hjá Sala hevur fingið boð. Okkara tankar eru hjá teimum í hesari sváru tíð, skrivar løgreglan í tíðindaskrivinum.
Vrakið av flogfarinum liggur í 63 metra dýpi góðar 33 kilometrar frá Guerneyoyggunum. Flogfarið datt niður 21. januar við argentinska Sala og flogskiparanum, David Ibbotson umborð.
/Ritzau/









