Løke-málið ikki liðugt

Málið um norska landsliðspælaran, Frank Løke, sum í fjørsummar skrivaði undir sáttmála við bæði kroatiska Zagreb og danska Skjern, og tí fekk karantenu frá europeisku hondbóltssamgonguni, EHF, er enn ikki liðugt, tí bæði feløgini hava kært. Skjern vil hava endurgjald, meðan hvørki Zagreb og Løke ikki vilja hava nakra revsing. Hóast Løke hevur karantenu í Zagreb, spælir hann við Norra í EM.