Sambært Høgna Hoydal er hendan líkasælan ikki bara hugstoytandi. Hon er beinleiðis vandamikil, við tað at hon máðar støðið undan fólkræðinum.
- Fólk blanda seg ikki uppí, tí tey vita, at teirra hugsan ikki fær nakra ávirkan allíkavæl. Øll felagskensla syndrast, og hvør roynir bara at sæta sær sum best. Støðan minnir mest um orðini hjá Jóanes Patursson Um vit verða stolin, vit eru líka tolin og hugsa skitt lat gá. Ongastaðni verður lagt upp til at lata fólk koma framat við sínum sjónarmiðum og luttaka aktivt í einum kjaki um mál, sum ikki bara koma at fáa langtíðar avleiðingar fyri okkara politisku støðu sum tjóð, men eisini fyri gerandisdagin hjá tí einstaka.
Í so máta heldur Høgni Hoydal seg síggja eina óhugnaliga endurtøku av tí sum hendi í 1946, har politisk stórmál verða tikin av politiska pallinum og parkeraði í fylgibólkar og nevndir, uttan at fólk verða kunnaði um, hvat víðari hendir.
Semja uttan endamál
Hyggja vit at politisku samansetingini eftir seinasta løgtingsval, kann tað ikki undra, at líkasælan, sum frá er liðið, mest sum er vorðin eitt eyðkenni, heldur Høgni. Ein samgonga, sum ikki hevur annað endamál enn at halda øðrum úti fyri at vera sitandi, kemur at virka sum ein afturlatin klubbi, sum tekur avgerðir fyri fólk.
- So seint sum í gjár legði løgmaður áherðslu á, at uppgávan hjá politikarum er at taka avgerðir fyri fólk. Eftir mínum tykki er tað fullkomiliga avsporað at halda, at eitt val fjóðra hvørt ár gevur tær Carte blanche til at gera sum tú vilt. Okkara politiska skipan byggir á fólkaræði, og grundarsteinurin undir fólkaræðinum er orðaskifti, har øll eiga at sín sjálvsagda rætt til at taka lut, sigur Høgni. Sambært Høgna verða fólk, sum er, hildin í óvitinheit og vit mugu so bara gita okkum til, hví. Hví var yvirtøkulóginð hurrað ígjøgnum, áðrenn fólk fingu møguleika at kunna seg um, hvat gekk fyri seg, og hvørja avleiðingar tað fór at fáa? Hví fara einskiljingar fram fyri milliarda upphæddir, uttan at kunnað verður um, hvørjar treytir fylgja við?, spyr hann.
Fólkaatkvøðu
Ì brævinum til løgmann skýtur tingbólkurin hjá Tjóðveldisflokkinum, sum eitt tað fyrsta, upp, at leggja donsku ríkislógirnar um yvirtøku og uttanríkismál til fólkaatkvøðu og lata fólk taka avgerð um vit skulu ganga móti fullveldi ella nýggjum heimastýri.
- Vit í tjóðveldirflokkinum eru ikki bangin fyri eini fólkaatkvøðu, sum onkur vil verða við. Tvørtímóti. Vit vilja heldur enn fegin síggja tann fólksliga eldhugan og tað aktiva orðaskiftið, sum sást í 1946, og sum vit hava sæð, hvørja ferð uppskot um fólkaatkvøðu hava verið frammi síðani. Høgni Hoydal minnir á, at føroyingar hava í veruleikanum bara eina ferð verið eftirspurdir um landsins politisku framtíð. Tann møguleikan skulu teir fáa aftur, har teir verða tikinir í álvara.
- Tað var ikki tjóðveldisflokkurin, men fólkarætturin hjá øllum føroyungum sum varð skúgvaður til viks 14. september 1946. Tí er tað óforsvarligt at skúgva haldið av degnum burtur sum sentimentalan tjóðveldisromantikk. Vit skulu minnast til, at tað var sambandsflokkurin og danska stjórnin, sum skundaði undir fólkaatkvøðuna. At teir so ikki tordu at síggja úrslitið og veruleikan í eyguni, tá avtornaði, er tíverri ein partur av søguni hjá øllum føroyingum, ikki bara tjóðveldisfólkum, sigur Høgni.