Skipasøla
- Vit keyptu Kolumbus fyri at skapa eitt tryggari grundarlag undir vinnulívinum í Sandoynni. Hetta merkir tó ikki, at vit ikki hava kunnað gjørt, sum vit hava viljað. Men okkara "hjarta" hevur ligið til oynna og tað virksemi, sum her kundi skapast. Nú vit gevast, letur eingin við seg koma, hvørki arbeiðarafeløg ella kommunur.
Hetta sigur Edvard Nicodemussen, sum saman við brøðrunum, Nielsi og Birgiri, hava átt og rikið trolararnar, Kolumbus og Nornagest, seinastu mongu árini.
Hann vísir á, at Marner Lisberg, sum er nevndarformaður í P/F Sandoy Seafood, tó ringdi til hansara herfyri og fregnaðist um ætlaðu søluna.
- Men hvørki arbeiðarafeløg ella kommunur í oynni hava latið við seg koma.
Edvard sigur, at seinastu árini hava skipini fiskað eini 3.500 tons um árið.
- Flestu lastirnar eru lagdar upp á Sandi, og hetta hevur skapt nógv virksemi í oynni, bæði á Sandi og í Skopun. Vit eru glaðir fyri at hava verið við til at tryggjað grundarlagið undir virkseminum, sum verið hevur hesi árini, vit hava fingist við skiparakstur, sigur hann.
At gevast
- Eg dugi ikki enn at ímynda mær, hvussu tað verður hjá okkum at gevast, sigur Edvard.
Hann hevur havt bát, men tað hevur hann ikki nú.
- Kanska fari eg at fáa mær bát aftur og fari at rógva út. Hvussu tað verður at vera leysur av skipunum eftir so mong ár, veit eg ikki, fyrr enn eg havi roynt tað, sigur hann.
Sum skilst, fer ein av brøðrunum, Birgir, ið siglir sum maskinmaður, at sigla við skipunum eina tíð enn.
Spurdur, hvussu tað verður við teimum trimum manningunum, sum hava verið knýttar at skipunum, sigur Edvard Nicodemussen at enda:
- Teimum stendur í boði at halda fram undir nýggju eigarunum, og eg vænti, at teir flestu halda fram, sigur hann.