Hugsa tykkum til: Øll familjan hevur spart og lagt til rættis í eitt heilt ár til eina dreyma summarferiu uttanlands.
Men tá ið tit lenda í feriuparadísunum, verða tit vend á flogvøllinum og noyðast heim aftur við sama flogfarið, bara tí at tit ikki hava ansað eftir, at tit ikki hava gyldugt pass.
Og tá ið tit koma heimaftur, skulu tit ikki vænta at fáa eina krónu í endurgjaldi fyri eina oyðilagda feriu, tí at ansa eftir, at passið er gyldugt, er tykkara egna ábyrgd.
Á passeftirlitinum í politistøðini í Havn sigur, at hetta kann ógvuliga skjótt verða veruleiki fyri eina føroyska familju.
Tey siga nevniliga, at føroyingar eru herviligir til ikki at ansa eftir at hava gyldugt pass tá ið teir fara at ferðast.
- Vit hava varhugan av, at føroyingar eru ósketnari enn onnur, tá ið tað kemur til at ansa eftir at hava gyldugt pass, tá ið farið verður at ferðast.
Seks mánaðir
Á passeftirlitinum á politistøðini siga tey, at tað er ikki nóg mikið at hava pass, sum er gyldugt nakrar dagar eftir, at fólk eru komin heim aftur.
Nógv lond seta nevniliga nú tað treyt, at passið skal verða gyldugt í minst seks mánaðir eftir, at tú ert farin úr aftur landinum, tú er og ferðast í.
- Tí skulu okkara fremsta ferðaráð vera: Ansa eftir, at passið er gyldugt í minst seks mánaðir eftir, at tit eru komin heim aftur úr feriu, siga tey á politistøðini í Havn
Tey halda eisini, at tey, sum selja ferðir, eiga at gera meiri burtur úr at minna ferðafólk á at tryggja sær, at passviðurskiftini eru ílagi og tey eisini at upplýsa ferðafólk um treytirnar.
- Tað vita vit, at ferðaskrivstovur uttanlands gera, men tað eru føroyskar ferðaskrivstovur ikki so raskar til.
Skulu upplýsa meir
Tá ið føroysk ferðafólk keypa sær ferðaseðil út í heim, verða tey ofta bara mint á at hava gyldugt pass við. Á passeftirlitinum á politistøðini í Havn halda tey ikki, at hetta er nøktandi. Ferðaskrivstovur eiga eisini at fortelja ferðafólki, at nógv lond krevja, at passið skal vera gyldugt í minst seks mánaðir eftir, at tey eru farin heim úr teirra landi aftur
Í síðstu løtu
Føroyingar eru herviligir at koma koma á politistøðina í allarsíðstu løtu at biðja um pass.
Mangan koma tey ikki fyrrenn nakrar fáar dagar, áðrenn tey skulu avstað.
- Vanliga tekur tað tvær vikur at fáa nýtt pass, men frá fyrsta mei og alt summarið er so nógv at gera, at tað skal roknast við eini bíðitíð upp á tríggjar vikur at fáa nýtt pass, sigur passeftirlitið á politistøðini í Havn.
Les eisini greinina: Átta ferðafólk mundu sitið eftir