- Tað virkar sum ein mentan í Føroyum, at mann má drekka ella fara í ball fyri at hava tað stuttligt eitt leygarkvøld. Men tað ballið kann gott vera rúsfrítt.
Hetta sigur Lív Justinussen, ábyrgdarfólk av verkætlanini, “Liv Lívið” hjá Bláa Krossi Ungdómi.
Á parkeringsplássinum uttan fyri Mariu Poulsen mitt í býnum stendur um ólavsøkuna ein svørt bingja við bláa búmerkinum “Liv Lívið” á. Hetta er ungdómsverkætlan hjá Bláa Krossi Føroya, sum hevur til endamáls at beina fyri trýstinum, sum ung uppliva, tá tey drekka.
- Vit royna við hesum at skapa eitt alternativ. Endamálið við bingjuni er at skapa eitt rúsfrítt øki, har ung fólk kunnu hugna sær uttan at føla seg trýst til at rúsa seg, sigur Lív Justinussen.
Bingjan hevur í nøkur ár verið at sæð á festivalum runt í Føroyum, og tað virkar til, at fólk hava tikið sera væl ímóti bingjuni. Ólavsøka er hátið fyri veitslu og ball, og nú er bingjan komin til Havnar. Hon opnar alment klokkan 20:00 í kvøld.
- Vit ynskja, at tað er líka stuttligt í bingjuni sum til ballið. Hetta megna vit eisini at skapa. Vit hava akkurát verið á G!, og eg haldi, vit høvdu einar 1000 gestir, so tað er ordiliga væl umtókt. Ein segði: “besta ballið á G!, tað var hjá Bláa Krossi”, fortelur Lív Justinussen.
Tey hava ein ókeypis drekkamunn og bjóða eisini køkur. Til tey, sum verða illa fyri, hava tey suppu, vatn, vátserviettar, tyggigum og hjartastartara.
Blái Krossur Ungdómur hevur yvir 300 limir, og Lív Justinussen, sum er útbúgvin sálarfrøðingur, metir hesa verkætlanina hava stóran týdning.
- Vit halda, tað er ordiliga týdningarmikið við hesum. Vit síggja eisini, at tað er tørvur á tí og hoyra ofta aftur, at gestirnir eru ræðuliga glaðir fyri bingjuna.
Alt arbeiðið á hesari verkætlanini er sjálvboðið. Málið og ynskið fyri framtíðina er, at bingjan skal vera til staðar hvørt leygarkvøld í býnum.