Líka kul sum Mozart


Kamilla Ravnsfjall spælir violin í Føroya Symfoniorkestri. Hóast tað ikki er hvønn dag, at tey spæla rokktónleik, so er tað ikki betri enn Mozart.

- Tað er ordiliga kul at spæla hendan tónleikin, men eg kann ikki siga, at hetta er stuttligari enn Mozart, flennir hon. Hon leggur afturat, at hon kendi øgiliga lítið til “The Wall”, áðrenn tey skuldu byrja at spæla tónleikin.

- Eg kendi Another Brick in the Wall, men restina kendi eg ikki nakað serliga væl, men hetta er ordiliga stuttligt at spæla, staðfesti unga daman.

Alex Sólstein er heldur eldri enn Kamilla Ravnsfjall, og hann var somuleiðis væl nøgdur, hóast tað ikki at júst hansara slag av tónleiki.

- Hetta er ikki musikkur fyri meg, og eg kenni tað als ikki, men hetta var ordiliga flott, og klangurin var heilt góður, segði Alex Sólstein, sum var sera fegin um samstarvið við íslendska rokkbólkin.