Líka fyri Loka og Tór

Skulu videoprógv brúkast, og discipliner-dómar dømast, so er tað alneyðugt, at greiðar reglur verða gjørdar fyri, hvussu fara skal fram í slíkum málum

Fótbóltur

 

Fríggjadagin kom Aganevndin hjá FSF við úrskurði sínum, har tveir spælarar hjá Víkingi fingu til samans tríggja daga leikbann fyri gerðir sínar, tá dysturin millum Víking og B68 varð blástur av.

Sum Atli Gregesen – ið er ein av leikbannaðu spælarunum - sjálvur segði í samrøðu við Rás2 fríggjadagin, so er tað í fínasta lagi, at gerðir av hesum slag kosta leikbann.

Men tað er ikki í fínasta slag, tá málviðgerðin av slíkum málum ber bráð av tilvild. Og tað hevur tað í ávísan mun gjørt hesaferð.

Tilvildin er her, at dómar verða feldir við útgangsstøði í einstøkum málum, heldur enn í einum føstum politikki, og tað er altso ikki serliga tryggjandi fyri rættastøðuna. Vit hava áður á hesum síðum samanborið úrskurðin hjá Ítróttadómstólinum í kærumáli millum Stjørnuna og Neistan fyri tveimum árum síðani, og tí er tað stórt spell, at úrskurðurin hjá Aganevndini ikki kann kærast til yvirkærunevndina. Tað er í øllum førum tað, sum Aganevndin sjálv staðfestir, men í reglunum fyri Yvirkærunevndina verður sagt, at nevndin millum annað kann viðgera mál av prinsipiellum týdningi, og tí er spurningurin, um Víkingur ikki átti at roynt málið her.

Tí talan er um serstakliga prinsipielt mál, har rættarpraksis verður ásett út frá eini einstakari hending. Og spurningurin er tá, um tað er nóg mikið at vísa til UEFA-reglur á økinum. Ikki minst tí hetta skapar enn ein áhugaverdan pendant til málið millum Stjørnuna og Neistan á sinni.

Samstundis eru tveir aðrir lutir, sum tykjast heilt merkisverdir í málsviðgerðini. Tað eru hóast alt lidnar tríggjar vikur, síðani hendingina í Sarpugerði, og tí virkar tað nakað klossut, at fráboðan um leikbann skal koma somikið seint í eini viku. Hjá Víkingi mundu teir í øllum førum hava fyrireikað seg uppá, at Atli Gregersen var tøkur, og tað kundi verið betur avstaðfarið.